Politikkur

Djórini skulu hava tað gott

...

2020-05-25 10:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Uttan mun til, hvør hevur skuldina av støðuni í Oyndafirði, so mugu vit tryggja okkum, at hetta ikki hendir aftur. Tað sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum við búnaðarmálum ein fyrispurning um seyðahald.

Fyri nøkrum døgum síðan upplivdu Føroya fólk gjøgnum Kringvarpið, at seyður lá deyður ymsastaðni hjá festara. Eingin vøkur sjón fyri hyggjarar ella umdømið hjá føroyingum, tá talan er um seyðahald.

- Uttan mun til, hvør hevur skuldina í hesum ítøkiliga málinum, so mugu vit staðfesta, at vit hava ábyrgd av, at hetta ikki hendir aftur. Djórini skulu hava tað gott í Føroyum, og landsstýrismaðurin eigur at gera øll hugsandi umsitingarlig stig til at tryggja, at skeivleikar á hesum økinum verða rættaðir beinanvegin, sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum ein fyrispurning um evnið.

Heðin Mortensen vísir á, at tað er ikki fyrstu ferð at slíkt hendir og at vit hava eina almenna búnaðarstovu og búnaðargrunn, sum sambært endamálsorðingini hjá stovninum skulu hava eftirlit, fyribyrging, ráðgeving og skeiðvirksemi innan allan landbúnað.

- Ein kann spyrja, hvussu alt hetta kann koma so langt, at almenna Kringvarpið má senda hetta út, áðrenn nakar frá almennum stovni ger nakað við málið. Eg haldi ikki, at henda søga og uppliving er til nakran sóma fyri okkum føroyingar, og tí vóni eg, at landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av okkara umhvørvi, landsjørð, festi og seyðahaldi, tekur hetta í størsta álvara, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen undrast á, at ein festari uttan nakað kann lata/selja festibræv til annan persón og fáa góðkenning uttan uppgerð ella sýn av festi og fæi. Hann vísir tí á, at hann heldur tað vera sjálvsagt, at ein vitjan á staðið, áðrenn nýtt festibræv verður góðkent, altíð eigur at verða gjørd.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder