Í stevnu skrá hjá Framsókn verður evnið djóravælferð umrøtt. Framsókn fer at virka fyri, at vit endurskóða og dagføra lóggávuna, um vit koma til valdi eftir 1 september. Misrøkt og harðskapur móti djórum, skal ikki vera partur av okkara samfelag.
Eitt av mínum hjartamálum er djóravælferð. Hví haldi eg hetta? Er tað ikki líkamikið? Vit kunnu jú hava tað gott í Føroyum sjálvt um djórini ikki hava tað gott, ikki so? Ikki um tað er upp til mín. Eg kann á ongan hátt góðtaka niðrandi atburð mótvegis djórum.
Hvat er djóravælferð?
Tað er ikki nógv meining í at tosa um djóravælferð, tá ið djórini liva sum ætla úti í náttúruni, og fylgja teimum treytum ið har eru. Men støðan gerst ein heilt onnur, tá ið djór verða hildin til heima, í trøðni, í stallinum ella í haganum, ella har djórið nú einaferð ávirkast av okkum menniskjum.
Nøkur vilja halda, at djór ikki hava nøkur rættindi, og tey skulu viðfarast sum tað einaferð passar okkum menniskjum best. Her eri eg ikki samdur! Eg eri av tí fatan, at vit menniskju hava eina moralska siðvenju, at tryggja djórum okkara rættin til eitt gott lív. Millum annað kunnu nevnast:
- At regluliga hava atgongd til mat og vatn, so tey ikki gerast rakfødd
- At ikki vera hildin í einum ótespiligum umhvørvi
- At liva uttan ræðslu, líðing og pínu
- At liva eitt so náttúruligt lív sum gjørligt
- At sýna virðing fyri djórunum
Fyri hvørjum viðkemur djóravælferð
Djóravælferð viðkemur mær, tær og okkum øllum. Men fyrst og fremst viðkemur tað teimum ið vara av djórum. Her hugsi eg um bæði húsdjór og ídnaðardjór. Her kann EINGIN tosa seg uttanum, tú SKAL taka ábyrgd av tínum djóri, óansæð hvør tú er.
Eru vit góð við djórini í Føroyum?
Vit teljast nokk ikki millum ringast lond í heiminum, tá ið tað kemur til djóravælferð. Men samanbera vit okkum við onnur norðanlond, teljast vit har, tíanverri ikki millum tey bestu.
Sambært Djóraverndarfelagnum eru hesir nakrir av tilburðunum tey koma út til:
??? Hundar standa úti í stuttum bandi í alskyns veðri uttan mat og skjól.
??? Kaninir og marssvín vera hildin í lítlum búrum, har tey ikki hava møguleika fyri at røra seg.
??? Ross standa í avbyrgdum økjum uttan gras ella skjól, men við runu upp til knøini.
??? Menniskju hava kynsliga samveru við djórum.
??? Dunnur ganga hungraðar, og í einum garði saman við deyðum og rotnum dunnum.
??? Fólk flyta bústað uttan at taka húsdjórið við.
??? Kettur vera druknaðar á kajini við at hongja tær út av kantinum.
Ja, alt hetta eru dømir úr Føroyum og listin kundi verði longur! Og hetta hevur ikki fingið fylgjur fyri nakran. Hetta eiga vit á ongan hátt at góðtaka.
Hvat kunnu vit gera við djóravælferðina?
Eg haldi vit hava eina moralska skyldu, at fara væl um djór okkara. Í mínum eygum, mugu vit hugsa um hvat komandi ættarlið fer at siga um okkara viðgerð av djórum. Hvat fara tey at siga til, at langabbi mín misti 20 seyðir, sum doyðu av tosta í seyðahúsinum? Hvat fara tey at siga til, at vit avlíva kettur, við at heingja tær útav kajkantinum?
Fyri at betra um djóravælferðina her í landinum, meti eg at vit skulu fáa okkum eina nýggja djóraverndarlóg, sum ítøkiliga kann verja djórini. Somuleiðis má hon eisini geva Politinum eina skyldu, at taka ákærur um misnýtslu av djórum í álvara. Hesum vil eg virka fyri!
Rúni Sundberg Patursson,
Hundaeigari, djóravinur og valevni fyri Framsókn
Frælsið, at røkka longur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald