Politikkur

Djóni: ??rímiligt gjald á byggivinnuna

...

2020-02-20 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umhvørvisstovan hevur boðað frá, at gjaldið fyri at brúka GPS tænastur, sum m.a. verða nógv brúktar í vinnuni, nú verður fleirfaldað tað, sum vinnan er von við at rinda. Hetta kann vera ein dyggur smeitur serliga fyri smærri vinnurekandi, og tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett landsstýrismanninum ein fyrispurning um hetta.

Seinastu árini er tað blivið meira og meira vanligt at brúka GPS skipanir í m.a. byggivinnuni fyri at røkka betri og neyvari úrslitum. Ja eftirhondini er hetta við GPS skipanum blivið meira ella minni eitt krav frá fleiri ráðgevum og byggiharrum kring landið. Eisini almennum. Nógvar størri og minni fyritøkur hava lagað seg til hesi krøv og hava brúkt nógvan pening til íløgur fyri at kunna fylgja við krøvunum.

Í eina tíð hava føroyskar fyritøkur keypt tænastuna frá einum privatum, donskum veitara, men síðan er Umhvørvisstovan farin undir at veita tænastuna ókeypis í eina royndartíð. Hetta hevur viðført, at danskin veitarin, sum hevur veitt tænastuna fyri ein rímiligan prís, hevur valt at gevast.Nú hevur Umhvørvisstovan boðað frá, hvar prísstøðið kemur at liggja, tá ókeypis royndartíðin er av, og talan er um eitt prísstøði, sum er fleiri ferðir hægri enn privatu donsku veitararnir kundu bjóða. Tað hevur fingið Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, at seta avvarðandi landsstýrismanni ein fyrispurning.

- Fíggjarliga er tað sera dýrt at arbeiða við GPS skipanum, serliga hjá teimum smærru fyritøkunum, og tí verður tað sum steinur oman á byrðu, um Umhvørvisstovan fer at krevja so stór gjøld fyri GPS tænastur, sum teir hava fráboðað, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Djóni Nolsøe Joensen á, at GPS tænasturnar eru neyðugar í framtíðarbygging av vegum og bygningum, og at tað tí er av sera stórum týdningi fyri m.a. byggivinnuna, at tænusturnar ikki hava nakran okurskostnað við sær.

- Tað vekir serliga undran, at tað almenna bjóðar tænastuna út fyri ein prís, sum er so nógv hægri enn privati marknaðurin megnaði. Tí er umráðandi, at vit fáa greiðu á, hví kostnaðarstøðið er so høgt, sigur Djóni Nolsøe Joensen. Hann vísir at enda eisini á, at tað er vandi fyri, at fyritøkur fara at velja at lata vera við at menna seg tøkniliga talgilt vegna kostnað, og soleiðis lata ivasamari úrslit frá sær enn brúk er fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder