JN

Dimmmorreyðont úr Norður Amerika á Sandoynni

...

2021-05-15 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesin Dimmmorreyðantar steggjin var í gjár at síggja á Sandoynni, Dimmmorreyðont er sera sjáldsom at síggja í Føroyum, slagi er sera dimt á at líta við ljósum høvdi og hálsi.

Hesin steggjin heldur saman við einari Villdunnu bøgu og møguliga verða ungar at síggja undan hesum parinum seinni í summar, tað er komi fyri einar tvær ferðir áður, at Dimmmorreyðont og Villdunna hava fingi ungar í Føroyum.

Orð og myndir: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder