JN

Deyðatøgn um Samherjamálið

...

2021-06-01 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er komið alment fram, atSamherjihevur flutt hýrur til útlendskar fiskimenn gjøgnum føroysku FAS skipanina vísandi til,at teir vóru við farmaskipi, og atSamherjiav sínum eintingum fluttiTAKS 17 mió. kr.,tá ið málið kom alment fram. Hetta undrar stórliga og gevur høvi at seta viðkomandi spurningar.

Føroyskasjófeingislóginhevur greiðar ásetingar um ognarviðurskiftini í fiskivinnuni, og vísandi til, atSamherjier í tøttum samstarvi við føroyskt felag, er spurningurin,um hesar ásetingar eru hildnar.

Samstundis undrar tað, attíðindaleiðariníKvfvísir á,at fjølmiðlafólk eru fyri ágangifráSamherja, og atSamherjiboðaðifrá, at stjórin í TAKS hevði váttað,at eingin kanning var í gongd. Nakað sum seinni varð avsannað av stjóranum.

Samanumtikið tykist málið fløkt og álvarsamt, og spurningurin er,um løgmaður sum ovasti politiski myndugleiki metir tað vera neyðugt at gera eina gjølligakanning av samlaða málinum.

Tí havi eg sett løgmanni hesar spurningar

1Metir løgmaður, atFAS-skipaniner misnýtt til at gjalda hýrur tilnamibiskarfiskimenn ?

2.Høvrjar viðmerkingar hevur løgmaður til, atSamherjihevur goldið 17 mió.kr.tilTAKS,tá ið málið kom alment fram ?

3.Kann løgmaður veita vissu fyri, at ásetingarnar ísjófeingislóginium útlendskanognarskapí fiskivinnuni eru hildnar ?

4.??tlar løgmaður at taka stig til at gera nærri kanningar av málinum ?

5.Hvat heldur løgmaður um framferðarháttin hjáSamherja,nú tað er komið fram,at føroysk fjølmiðlafólk eru fyri ágangi.

6.Hvat heldur løgmaður um, atSamherjiboðaðifrá, at felagið hevði fingið váttan frá stjóranum í TAKSum,at TAKSikki kannaði málið ?

7.Heldur løgmaður,at framferðarhátturin eigur at fáa avleiðingar fyri felagið ?

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder