2021-01-06 23:05

Vanliga seta vit fólkastýri í samband við, at fólkið hevur ávirkan við at atkvøða. Tað, sum meirilutin velur, verður avgerðin.
20. januar skal Trump, sum tapti valið í Amerika, frá sum forseti, tí úrslitið av valinum varð, at hann fekk færri valmenn enn Biden. Síðani undan valinum hevur Trump sagt, at hann einans fór at góðkenna valúrslitið, um hann vann.
Vit hava í tíðindunum í kvøld sæð, at veljararnir hjá Trump mótmæla og hava hertikið kongressina. Hetta hendi tá Kongressin formliga skuldi góðkenna valúrslitið.
Í sambandi við øsingina hevur borgmeistarin í Washington lýst útgonguforboð og tilkallað tjóðarhirðina.
Sambært Bloomberg, so hava fólkavaldu fólkini í Kongressini fingið útlutað gassmaskur, tí fyri at spjaða mótmælisfólkini er táragass nýtt.
Við hesum uppreistrinum verður mett at demokratiið í Sambandsríkinum Amerika veruliga er sett undir trýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald