Demokratia hevur í dag sent skriv til miðlarnar, har felagsskapurin leggur eftir ávísum flokkum, tí teir ikki svaraðu spurningum, felagsskapurin sendi fyrr í ár.
Hetta er ófatiligt.
Demokrata er ein almennur felagsskapur, ið fær pengar á fíggjarlógini.
Ein skuldi næstan trúð, at talan er um misbrúk av almennum pengum, tí skrivið stríðir í móti sjálvastu endamálsorðingini:???at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum.???
Hvussu sampakkar skrivið við almenna arbeiðssetningin, felagsskapurin byggir á? Hvussu er skrivið tvørpolitiskt? Hvussu økir hetta um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum?
Ein skuldi næstan trúð, at endamálið er at dálka og spilla ávísar flokkar út. Tykist, sum Demokratia vil lýsa ávísar flokkar verri enn hinar, tá talan er um kvinnur. Hetta er óhugnaligt. Tað minnir ikki sørt um partapolitikk!
Læt ongan iva vera.
Fólkaflokkurin letur seg ikki kúga. Heldur ikki mongu kvinnurnar í flokkinum.Hvussu Fólkaflokkurin stillar upp, er eitt mál fyri Fólkaflokkin. Ikki Demokratia.
Í Fólkaflokkinum hava kvinnurnar eins góðar møguleikar at bjóða seg fram sum menninir. Her er eingin forðing. Her er høgt til loftið og vítt til veggja. ??ll hava sama virðið. Og í mun til Demokratia, ger Fólkafokkurin ikki mun á monnum og kvinnum. Tvørturímóti.
Fólkaflokkurin er, sum heitið leggur upp til, fólksins flokkur.
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald