JN

Dánjal Augustinussen farin

...

2021-03-11 22:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár andaðist okkara elskaði pápi, Dánjal Augustinussen (28/11/1931 ??? 10/3/2021), 89 ára gamal.

Hóast heilsan hevur bilað tey síðstu árini, so klagaði hann aldri um tað. Var positivur, lættur í sinni og taknemmiligur. Sjálvt tá hann lá til tað ðsta, og sjúkrasysturin spurdi, hvussu hann hevði tað,segði hann ???toluligt???.

Pápi var føddur í Vági. Tey fluttu til Sandavágs tá hann var 2 ára gamal, av tí at har var ???jørðin???. Forfedrarnir í Sandavági vóru ættaðir frá Suðuroyar Dánjali, sum keypti ein part av løgmansgarðinum á Steig.

Pápa dámdi sera væl at bóndast og fáast við jørðina. Eitt tað besta hann visti var at hoyggja. Ikki helt eg altíð tað var so stuttligt at skulla í hoyggj, men tað mátti man gera. Stuttligari var at seta eplini niður og taka tey upp aftur.

Í mammu fekk hann eina góða konu, sum ikki var bangin fyri at taka fatt. Tey høvdu eitt traditionelt arbeiðsbýti, sum var vanligt tá í tíðini. Mamma var heima hjá okkum tá vit vóru smá, og fór seinni á Ellisheimið at arbeiða.

Tey fingu 5 børn uppá 8 ½ ár: Dagmar, Hjalmar, Jensiu, og tvillingarnar Jónu og Bernhard. Okkum dámdu væl at spæla kort og onnur spøl; pápi lærdi okkum eisini at telva.

Pápi var ikki lærdur maður- hevði ikki umstøður til tess - men hann las nógv. Ikki bert føroyskum bókum hevði hann áhuga fyri, men eisini teimum útlensku klassikarunum.

Hann dugdi nógv kvæði, og skipaði ofta, m.a. brúðarvísuna. Sum ungur spældi hann eisini sjónleik.

Pápi var sera áhugaður í, hvat hendi úti og heima, so tíðindini hoyrdu vit altíð. Hann hevði lært enskt í skúlanum og frá at vera barn undir krígnum. Tað kom væl við tá eg flutti til Onglands. Terry var ovfarin um, hvussu væl hann dugdi at tosa við hann, m.a. um teir ensku soldátarnar. Pápi kallaði George ???abba???s boy???, tað var hann ikki so glaður fyri tá hann var lítil, men kom at dáma tað seinni.

Sum flest aðrir ungir menn tá í tíðini, fór pápi til skips sum ungur. Seinni var hann arbeiðsmaður, arbeiddi í grótbrotinum í nógv ár, og á flakavirkinumí Miðvági nøkur ár, til hann 61 ára gamal fekk blóðpropp í heilan.Hann dugdi og dámdi sera væl at fáast við grót - garðin rundan um havan laðaði hann.

Kirkjan stóð pápa nær. Hvønn sunnudag fóru vit í kirkju. Pápi vildi leggja tað besta niður í okkum. Hann sang eisini við Sandavágs Sangkóri í nógv ár.

Á gamalsaldri hevði hann seyð inni um veturin, tað dámdi honum væl.

Pápi var familjukærur, dámdi væl at hava okkum rundan um seg.

Pápi átti 9 abbabørn og 2 langabbabørn, nú hann fór um sýn.

Elskaði pápi, eg fái tíverri ikki fylgt tær til tín síðsta hvíldarstað, men tit koma at vera í mínum tonkum. Eigi nógv góð og rík minni um teg.

Takk fyri alt tú vart fyri okkum.

Jensia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder