2016-02-25 16:02
Dagstovnurin við Landavegin hevur í dag fingið AED (hjartastartara) til stovnin. Hetta er ein liður í at hava so høga tilbúgving sum gjørligt á stovninum. Tað koma útvið 200 fólk hvønn dag á stovnin . Hetta eru foreldur, børn, starvsfólk, ommur, abbar og onnur avarandi. AED er settur í høvðusgongina har øll síggja hann. AED er settur í barnahædd, so at børn kunnu sleppa eftir honum um tørvur er á tí. Tað er umráðandi at geva lívbjargandi fyrstahjálp beinavegin, so um tørvur verður á tí kann tann vaksni byrja hjartamassagu, meðan eitt barn fer eftir AED. ??ll starvsfólk á Dagstovninum hava skeið í fyrstuhjálp og eldsløkking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald