Í Samferðsluætlanini 2018-2030 kanst tú millum annað lesa um stevnumið og karmar fyri ferðsluplanlegging og um, hvussu arbeitt verður við at halda undirstøðukervið dagført samsvarandi nútíðini. Í innganginum kanst tú lesa meira um, hví ein samferðsluætlan er neyðug, um at Føroyar kunnu koma til at kennast sum ein býur, raðfestingargrundarlag og annað. Les allan inngangin her.
Tilmælir, vegleiðingar, kostnaðarmetingar og annað í ætlanini er ikki lógarbundið, men vegleiðandi fyri politiska myndugleikan og upplýsandi til onnur áhugaði.
Niðanfyri á hesi síðu eru leinkir til tey ymisku evnini, ið eru viðgjørd í nýggjastu útgávuni av Samferðsluætlanini. Tað ber somuleiðis til at taka niður samlaðu Samferðsluætlanina sum pdf við at trýsta á leinkið niðast á hesi síðuni.
Í mun til tær fyrru samferðsluætlanirnar, ið hava verið í tveimum høvuðspørtum, er henda dagførda ætlanin samansett av fleiri eindum, ið ger tað lættari at finna júst tað evnið, ið hevur áhuga. Samferðsluætlanin hevur nú eisini fingið sítt egna pláss á heimasíðuni hjá Landsverki, har hon leypandi verður dagførd. Landsverk ynskir við hesum at gera Samferðsluætlanina meira brúkaravinarliga og atkomuligari fyri øll, og vónandi til eitt meiri brúkt amboð í politiskum samanhangi.
Allir partar eru ikki liðugt viðgjørdir enn, og verða teir lagdir út á síðuna leypandi. Nøkur av evnunum, ið seinni vera at finna her á heimasíðuni, eru:
// Framtíðin - veðurlagsbroytingar og sjálvkoyrandi bilar
// Trygd hjá sjóvegis ferðandi
// Súkkluleiðir
// Pendlan
Høgrumegin er ein tíðarlinja, ið vísir tíðarætlanina fyri ymsar verkætlanir. Trýst á eina verkætlan fyri at lesa nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald