JN

Covid-19 og húsarhaldsburturkastið

...

2020-03-16 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Trygdartiltøk viðv. gráa, hvíta og reyða posa

Tað er nógv, ið bendir á, at covid-19 virus kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr t.d. plasti ella jarni. Hjá IRF eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað. Tí heita vit staðiliga á allar borgarar í limakommununum at fylgja hesum tilmælum:


- Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
- Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
- Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
- Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
- Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.
- Vit hava fyribils steðgað innsavningini av hvítum og reyðum posum. Vit mæla til, at tit goyma hesar posar við hús næstu tvær vikurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder