Vinna

COVID-19 ávirkar ársaðalfundin hjá BankNordik

...

2020-03-20 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Til tess at fyribyrgja smittu við koronavirusi ætlar BankNordik at avlýsa ársaðalfundin, sum skuldi vera tann 26. mars. Tá ið nýggjur aðalfundur verður hildin, verður vinningsbýtið fyri 2019 samstundis viðgjørt av nýggjum.

Koronavirusið fer at fáa avleiðingar fyri samfelagsbúskapin og harvið eisini fyri fíggjarligu úrslitini hjá peningastovnum í 2020. ??vissan um, hvussu leingi COVID- 19 fer at herja, ber við sær, at tað í løtuni er sera trupult at meta um, hvørjar lang- skygdar avleiðingar virusið fer at hava fyri virksemið og fíggjarliga úrslitið hjá BankNordik-samtakinum.

Nevndin í BankNordik hevur tískil avgjørt fyribils at avtaka áður fráboðaðu vænta- nirnar um 100-150 mió. kr. í nettoúrsliti fyri 2020, hóast virksemið hevur roynst væl ársins fyrstu mánaðir. Fíggjarligu útlitini fyri árið verða dagførd í sambandi við rok- nskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum verður kunngjørdur tann 30. apríl.

Aðalfundurin avlýstur og vinningsbýtið viðgjørt av nýggjum

BankNordik fylgir smittufyribyrgjandi tilmælunum frá myndugleikunum, og bankin hevur seinastu tíðina sett ymisk tiltøk í verk fyri at verja starvsfólk, viðskiftafólk og onnur vitjandi.

Seinastu dagarnar hava myndugleikarnir hert tilmælini og heitt á føroyingar um at útseta, avmarka ella avlýsa tiltøk, ið savna fólk.Tí hevur nevndin avgjørt at avlýsa ársaðalfundin, ið var lýstur at vera tann 26. mars. Avlýsingin er tó treytað av, at myndugleikarnir geva neyðugu lógarheimildina, ið loyvir bankanum at avlýsa aðal- fundin.

Tá ið støðan viðvíkjandi COVID-19 er broytt, og tað aftur er ráðiligt at savna fólk, verður innkallað til nýggjan ársaðalfund. Í tí sambandi fer nevndin at viðgera vin- ningsbýtið fyri 2019 av nýggjum við støði í fíggjarligu støðuni og útlitunum fyri framtíðina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder