JN

Corona: Nú fæst betri innlit í føroysku smittugongdina

...

2020-03-20 17:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú fæst betri innlit í føroysku smittugongdina við hagtølum, sum javnan verða dagførd.

Higartil hava 80 føroyingar fingið staðfest nýggju coronasmittuna, men tað sigur ikki alt um smittugongdina í føroyskum samfelagnum. Enn er eingin innlagdur, og trý eru staðfest frísk aftur.

Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum,www.hmr.fo, og corona.fo fæst m.a. eisini yvirlit yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru. Eisini sæst, hvar í Føroyum, tey smittaðu hava skrásettan bústað, býtt á økir í landinum.

Eisini eru hagtøl fyri, hvussu nógv eru kannað fyri coronasmittuna higartil, hvussu nógv eru í sóttarhaldi, og hvussu nógv eru innløgd higartil.

Nýggjastu hagtølini síggjast her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder