JN

Corona: Binda um heilan fingur á sjúkrahúsunum

...

2020-03-06 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landssjúkrahúsið:

Fyrrapartin vóru allir sjúklingar, sum eru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum og sum fáa antibiotika, kannaðir fyri coronavirus.

???Vit valdu í samráð við Landslæknan at taka hetta stig, nú coronavirus COVID-19 er staðfest í Føroyum. Sannlíkindi eru lítil fyri, at vit finna nakran smittaðan, men ynskja at binda um heilan fingur???, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.

Eingin illgruni er um smittu á teimum trimum sjúkrahúsunum og talan er bert um stakroyndir millum tey, ið eru innløgd júst nú. Tað verða tí ikki gjørdar kanningar av teimum, ið áður hava verið innløgd og ongar ætlanir eru um at gera kanningar av teimum, sum verða løgd inn á sjúkrahúsini næstu dagarnar.

??rslitini frá kanningunum verða væntandi greið seinnapartin í morgin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder