JN

Corona: Allar royndirnar um vikuskiftið eru negativar

...

2020-03-08 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Allar corona-royndirnar, ið hava verið gjørdar um vikuskiftið, eru negativar. Sostatt er støðan óbroytt. Tveir føroyingar hava higartil fingið staðfest corona-virusið, meðan í alt 33 fólk eru avbyrgd.

Nógv tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggu teirra halda til á Hotel Vágum.

Tey níggju fólkini á Hotel Vágum eru øll væl fyri, og hava javnan samband við Bjarna á Steig, yvirlækna, sum umboðar Heilsumálaráðið. Ein skipan er fingin í lag, har tey avbyrgdu sleppa út tvær ferðir um dagin.

Heilsumálaráðið tann 8.mars 2020 klokkan 20.40

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder