2020-03-06 22:50

Eftir at tveir føroyingar hava fingið staðfest corona-virusið, eru nú í alt 32 fólk avbyrgd.
Tað er Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum ger av, hvussu nógv skulu avbyrgjast. Mannagongin er, at landslæknin kannar teir persónar, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við.
Tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggu teirra halda til á Hotel Vágum.
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald