Livandi legenda í stórformi kemur á Summar Festivalin í Klaksvík at spæla.
Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley.
Síðani seinast í 1950???unum hevur Cliff Richard verið virkin í tónleiki. Hann hevur øll árini givið nýggjar útgávur út, og hann stórtrívist framvegis á pallinum, har hann mest av øllum minnir um eina ævigt unga poppstjørnu.
Eftir The Beatles og Elvis Presley er Cliff Richard mest seljandi tónleikarin í Onglandi, har hann í hálva øld hevur havt yvir 130 sangir á hitlistunum. Cliff Richard og Elvis Presley hava sum teir einastu megnað at havt sang ovast á almenna enska hitlistanum í fyrstu seks áratíggjunum av listanum ??? frá 50???unum til 00???ini. Samanlagt hevur Cliff Richard selt omanfyri 250 milliónir plátur kring heimin.
Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi, Move It, sum John Lennon hevur kallað fyrsta enska rocksangin, hevur Cliff Richard havt óteljandi hitt, og her á okkara leiðum kenna vit nógvar av sangum hansara ??? til dømis Summer Holiday, Lucky Lips, Livin Doll, Congratulations, We Don???t Talk Anymore, Daddy???s Home, Some People og fleiri aðrar.
Og nú er tað umsíðir veruleiki. Ein av størstu poppstjørnunum í tónleikasøguni kemur til Føroya at hava konsert. Cliff Richard spælir á Summar Festivalinum 2016.
(Mynd: Michelle Kloboucnik)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald