Vinna

Christian í Grótinum landar til Bergfrost

...

2019-08-26 12:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í dag við 600 tonsum av makreli, harav 125 tons eru heilfryst og 475 tons er avhøvdað, tey 600 tonsini landa teir til Bergfrost, eisini hava teir 140 tons av slógvi, sum verður landað til Havsbrún.

Teir hava roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri, á umleið 64N og 4V.

Páll Klein Rasmussen skipari segði fyri løtu síðan, tá ið vit tosaðu umborð, at tað er góður makrelur teir koma við, støddin liggur úr 450 uppí 470 gramm.

Tað eru 20 mans við Christian í Grótinum.

Teir fara nýggjan túr seint týskvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder