2020-05-10 15:53

Christian í Grótinum er áveg inn at landa, teir hava 2.300 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havabrún, teir rokna við, at sleppa framat seint mánakvøldið ella týsmorgunin, sigur skiparin Bogi Rasmussen við okkum á JN.fo
Nógv skip eru á feltinum, tey hava roynt víða um teir seinastu dagarnar.
Christian í Grótinum fer í kvøld í Ánirnar, har teir skulu liggja til teir eiga landingartørn.
Tað eru 12 mans við Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald