JN

Cassiopea er nú statt sunnast í føroyskum sjógvi

...

2020-07-31 08:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Farmaskipið Cassiopea, sum hevur ligið í Ánunum, loysti seint í gjárkvøldið og hevur sett kós suðureftir, í skrivandi stund er Cassiopea statt sunnast í føroyskum sjógvi, við kós suðureftir.

Í gjár gjørdist greitt at 11 av manningini høvdu korona, men hóast tað so loysti skipið í gjárkvøldið og hevur sett kós móti Las Palmas.

4 av manningini eru eftir í Føroyum, av teimum hava tríggir korona, segði landslæknin við ??F í morgun - tey 4 sita avbyrgd.

Landslæknin ráddi til, at øll manningin varð skift áðrenn skipið loysti, men tað varð ikki lurtað eftir tilráðingini hjá landslæknanum.

Sí mynd niðast - myndin er frá VIKMAR.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder