2020-04-19 21:47

Løgreglan í Nova Scotia ávaraði fyrr í dag fólk um, at ein maður við byrsu koyrdi runt í fleiri bygdum og skeyt fólk.
Maðurin bleiv í kvøld skotin uttanfyri eina benzinstøð siga tíðindini í Nova Scotia, hann hevur skotið minst 10 fólk, harímillum eina løgreglukvinnu, ein annar løgreglumaður er fluttur á sjúkrahús, men hann er ikki í lívsvanda.
Uppdatering 20. apríl kl. 06.50: Nýggjastu tíðindini úr Nova Scotia siga, at byrsumaðurin drap 16 fólk í gjár, áðrenn hann sjálvur varð skotin av løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald