2020-08-17 20:34
Mín ætlan at javnseta møguleikan hjá øllum neystaeigarum at gera íbúð á neystaloftinum rakti meint hjá Annfinni og Marin Katrinu, og Heðin royndi ??? sum honum líkt ??? at skeikla málið fyri egnan vinning
Í síðstu viku skrivaði eg eitt stutt lesarabræv um, at býráðið eigur miðvíst at broyta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum um allan høvuðsstaðin, so at íbúð á neystaloftinum verður ein sjálvsagdur møguleiki alla staðni fram við sjónum í Tórshavnar kommunu. Hetta eigur at henda skjótast gjørligt, tí henda framúr møguleika ??? við íbúð á neystaloftinum ??? góvu vit nólsoyingum fyri umleið 10 árum síðani.
Ikki vardi tað meg, at neystaloftini skuldu fara í rangastrúpan hjá býráðslimunum Annfinni Brekkstein og Marin Katrinu Frýdal ??? umframt at Heðin svølgdi tað rangt við vilja.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, kom algoyst í fjølmiðlarnir at fáa meg aftur á beint, tí hon metti, at málið var longu avgreitt. Ein ætlan er á veg, segði hon og undraðist á, at eg ikki fylgdi betur við hesum máli.
Stutta aftursvarið til Marin Katrinu er, at eg tók málið fram aftur, tí Marin Katrina hevur verið so leingi á veg við hesum ætlanum, uttan at nakað ítøkiligt spyrst burturúr. Tað gongur ov seint frú forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.
Annfinn Brekkstein vísti á, at eg sum nevndarlimur í byggi- og býarskipanarnevndini í 2017 atkvøddi ímóti at broyta byggisamtyktina fram sjóvarmálanum á Velbastað. Ja, Annfinn tað gjørdi eg, tí tú í óðum verkum royndi at trýsta málið ígjøgnum, kanska tí tú hevði lovað onkrum ov nógv í valstríðnum árið fyri. Tað er ikki tráð við at fara miðvíst undir at javnseta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum í høvuðsstaðnum.
Og so var tað Heðin Mortensen, sum við vilja svølgdi hetta málið rangt fyri egnan vinning. Fyrrverandi borgarstjórin royndi at skeikla málið og gera neystaloftini til eina part av ætlanini hjá sitandi samgongu at loysa bústaðartrupulleikarnar í høvuðsstaðnum. Til hetta er bara at siga, at slíkt svass er Heðini líkt ??? óseriøst.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald