Tað eru nógvir miðvingar sum ilskast inná stóra sárið á Prestlandinum, teir halda ikki at tað er pent at síggja, sum tað stendur nú.
Tað verður arbeitt uppá at hampa grótbrotið á Prestlandinum, men haldi eg at kommunan eigur at standa á odda fyri at skapa ein felagsskap við grótbrotið (byggja neyst við íbúðum, eins og gjørt verður í Vestmanna).
Tí ætli eg mær at arbeiði fyri, um eg verið valdur inn, at kommunan fer undir at byggja neyst við møguligum íbúðum í ovaru hædduni um áhugið er fyri slíkari verkætlan.
Um áhugið er fyri slíkari verkætlan, so er skjótt at fara í gongd við hana, tí partur av økinum er lagt av til G-øki (neyst og bátapláss). Slík verkætlan kostar einki fyri kommuna, tí tað eru eigarnir av neystinum ið koma at gjalda fyri arbeiði.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald