2020-02-06 21:45

Á býráðsfundi í kvøld varð bygging og íverksetan av einum spælilandi í Klaksvík endaliga samtykt. Byggingin byrjar miðskeiðis 2020 og stendur spælilandi væntandi liðugt seinnu helvt í 2021. Tilgongdin hevur verið long, tó neyðug - men eg fegnist um, at endaliga er rokkið á mál.
Ígjøgnum hesa tilgongdina hevur undirritaði lagt dent á, at spælilandi verður so inkluderandi sum gjørligt og tískil er fokus á, at rørðslutarnað fáa góðar atkomu møguleikar til hølini og partar av leikunum í spælilandinum.
Tað skrivar Kristian Eli Zachariasen á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald