Politikkur

Byggigølan á Glasi - tey eru skelka

...

2019-01-23 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú gremja tey seg, løgmaður, landsstýrisfólk og ikki minst forkvinnan í Fíggjarnevndini, um støðuna á Landsverk, og fleiri av teimum eru skelka.
??goldnar rokningar fyri 10-tals milliónir eru funnar á Landsverk seinastu dagarnar og tey vænta at finna fleiri. Ruðuleikin er fullkomin.
Tey látast sum um tey onki hava hoyrt og siga seg vera óvitandi um óskilið viðvíkjandi byggingini av Glasir, og leiklutinum hjá Landsverk.
Hettar er ikki so. Tey eru væl og virðiliga kunnaði, øll somul.
Kunningin, sum byrjaði í 2016, er farin fram undir orðaskiftum í Løgtinginum í samb. við munnligar fyrispurningar og viðgerðum av eykajáttanum til Glasir.
Sama kunning er farin fram í Fíggjarnevndini, eisini meðan landsstýrisfólkini hava verið á fundi í Fíggjarnevndini saman við Landsverk.
Í 2016 bað eg um at landsstýrisfólkini blivu kallað í samráð í Fíggjarnevndina, men hesum noktaði meirilutin, samgonguumboðini, fyri.
Tí er tað óskiljandi, at forkvinnan í Fíggjarnevndini, saman við øllum hinum, nú er skelka og tosar um at ???her má annað skil koma í???, tá tey ikki hava lurtað eftir teirri kunning tey hava fingið og beinleiðis nokta fyri at kallað landsstýrisfólkini í samráð, fyri at fáa meiri kunning.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum sjálvur eitt skifti var stjóri á Landsverk, hevur sett fleiri kanningar í verk, stuttu tíðina hann hevur sitið sum landsstýrismaður, men hevur enn ikki funnið allar tær ógoldnu rokningarnar.
Løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, hevur, honum so líkt, ikki tikið ábyrgd av nøkrum sum helst. Hann hevði fult álit á landsstýrisfólkunum, sum hava brúkt meira enn 50 milliónir í heimildarloysi.

Tað hevði verið best fyri allar partar, at samgongan legði frá sær, so ruddast kann upp í ruðuleikanum.

Jacob Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder