Fólkatalið var 51.783 tann 1. juni í ár, og er hetta 864 fleiri enn 1. juni í fjør. Ongantíð hava so nógvir føroyingar búð í Føroyum. Í 2013 gjørdi undanfarna samgonga heildarætlanina ???Fólkatilflytning og fólkavøkstur???. Endamálið við hesari heildarætlan var at venda skeivu gongdini við fólkafráflytningini til fólkatilflytning. Just hvat tað var, sum gjørdi, at gongdin vendi er ilt at meta um, men fleiri átøk vórðu sett í verk og eru sett í verk síðan. At fólkavøksturin bleiv so stórur,hevði man neyvan torað at droymt um. Fólkavøksturin í Havnini hevur ligið á stívliga 2,7 %, og bara í fjør vaks Havnin viðáleið 500 fólkum. Taðgleðiliga í øllum er, at vit hava fólkavøkstur kring allar Føroyar.
At skapa karmar so okkara fólk kunnu búleikast her á landi, er okkara fremsta uppgávu sum politikarar. Bæði landspolitiskt og kommunalpolitiskt hevur man ikki verið nóg væl fyrireikaður uppá hendan ovurstóra vøkstur. Fólkavøksturin er sjálvt grundarlagið undir búskaparvøkstrinum, og tí eiga vit at finna felags loysnir, ið kunnu loysa hesa ovurstóru avbjóðing.
Vit hava eitt bústaðarmynstur í dag, ið ikki er serliga fjølbroytt. Meginparturin av føroya fólki býr í sethúsum, meðan gott 1 % býr í leigubústøðum. At seta føtur undir egið borð er eitt ynski flest fólk vilja, tó eru tað skilagóðar grundgevingar fyri, hví vit eiga at útvega fleiri leigubústaðir.
Hví byggja leigubústaðir ?
Vit skulu framhaldandi stykkja grundstykkir út, tí tað er tað flest fólk sambært kanningum ynskja. Tað áhugaverda er tó, at sambært kanning vit hava gjørt fyri Tórshavnar kommunu, ynskja heili 25 % av teimum spurdu sær ein leigubústað.
Tað er serliga millum tey ungu og tey eldru, at hetta ynski ger seg galdandi. Tað sama kann hugsast at vera galdandi á bygd, og tí eru mangar góðar grundgevingar fyri, at vit eiga at raðfesta fleiri leigubústaðir:
- Fyri tey ungu er tað gott at kunnu fóta sær sjálvstøðugt undir lestrarárum í eini lestraríbúð
- Fyri tey, ið eru liðug at lesa í útlondum og ynskja at flyta heim , er tað skilagott at fáa okkurt at búgva í, meðan leitað verður eftir føstum bústaði, arbeiði v.m. Meðan búð verður í leigubústaði ber eisini til at spara sær pening upp til at keypa sær fasta ogn.
- Fyri tey eldru er tað skilagott at fáa høvi at selja síni stóru sethús og flyta í ein minni bústað. ??staðin fyri at keypa eina eigaraíbúð fyri nærum sama kostnað sum sølan av húsinum var, so kann viðkomandi njóta nakað av tí frívirði, ið er skapt og harvið njóta ellisárini á ein annan hátt.
- Fyri tey eldru eiga vit eisini í størri mun at byggja búfelagsskapir við felagsøki. Hetta skapar eisini trivnað og góða samveru millum okkara eldru borgarar.
- Fyri fólk, ið ikki hava møguleika at seta føtur undir egið borð er ein leigubústaður einasti møguleiki at fáa tak yvir høvdið
Pensjónsfeløgini mugu vera við til at lyfta uppgávuna
Við at lyfta í felag fáa vit tær skilabestu loysnirnar. Eftir mínum tykki ber væl til at fáa stovnað sterk og trygg samtøk, ið eru samstørv ímillum tað privata, tað almenna og fíggjað av tryggingarfeløgunum, fakfeløgum og fíggjaringarstovnum. Hetta síggja vit í londunum kring okkum. Tað krevur stóran og tryggan kapital at byggja leigubústaðir, tí afturgjaldstíðin er væl longri enn vanlig bústaðarbygging. Tí mugu pensjónsfeløgini vera við. ?? løtuni liggja 10 milliardir í teimum føroysku pensjónsgrunnunum. Milliardir, ið fara av landinum og verða umsitin av donskum íleggjarafelag, ið setir okkara uppsparing í donsk lánsbrøv at fíggja danskar íbúðarbyggingar. Hetta má broytast. Sjálvsagt skal vit og skil til, sjálvsagt skulu okkara pensjónspengar vera tryggir, men tað skal ongin siga mær, at tað ikki ber til at seta ein ávísan lítlan procentpart av øllum pengunum í tryggar bústaðarbyggingar í Føroym. Mínir og tínir pensjónspengar eiga eisini at koma tí føroyska samfelagnum til góðar og ikki bara tí danska. Tí liggur tað mær at hjarta at fáa broytt lóggávuna soleiðis, at tað ber til at gera sterk privat ??? almenn samtøk, ið kunnu byggja bústaðir til føroysku familjuna kring alt landið. Hetta vil fjálga um føroysku familjuna eins og tað vil fjálga um føroyska búskapin.
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald