Á ársins seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu, varð rammuavtala viðvíkjandi íbúðarbygging í Sandavági, millum Bústaðir og Vága kommunu, samtykt.
Seinasta árið, hava samráðingar verið millum Bústaðir og Vága kommunu, um at byggja íbúðir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur verið í býráðnum og í umsitingini, og er endaliga samtytk at taka av upprunatilboðnum um at byggja 5 íbúðir.
Við at undirskriva rammuavtaluna bindir Vága kommuna seg til at rinda fyri liðugtgerð av byggibúningi av matr. nr. 4y.
Tað er West Tec í Sørvági, ið hevur staði fyri prosjekteringini av økinum.
Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð at Bústaðir skulu byggja íbúðir í kommununi, og gleðast vit um at avtalan er undirskrivað og at arbeiðið kann byrja fyrst í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald