Politikkur

Bústaðar-og eldramálaráð eigur at setast á stovn

...

2019-05-18 09:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tordur ger púra greitt, at fær hann ávirkan, so fer hann at seta sum krav, at eitt bústaðar-og eldramálaráð verður sett á stovn.

Nú nógv bendir á, at fólk í Eiðis kommunu ætlandi koma at standa saman um eitt valevni, hevur Tordur J. Niclasen tikið avgerð um at stilla upp til komandi løgtingsval.

Tordur hevur drúgvar politiskar royndir ??? bæði í lands-og kommunalpolitikki. Sat á løgtingi frá 1984 til 1998, og so hevur hann eisini verið bygdaráðsformaður í Eiðis kommunu í 8 ár.

Tordur, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, hevur eisini drúgvar leiðsluroyndir ??? bæði innan sjúkrahúsverkið og ikki minst innan eldraøkið, har hann í mong ár var leiðara á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi og seinni leiðari í Roðanum, økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum.

Tordur ger m.a. púra greitt, at fær hann ávirkan, so fer hann at seta sum krav, at eitt bústaðar-og eldramálaráð verður sett á stovn. Hetta fyri at tryggja, at størri orka verður løgd í at nøkta bústaðartørvin kring landið. Eisini má skundast undir at fáa bústaðir til teirra, ið hava skerdan førleika. At eldraøkið burturav hevur eitt landsstýrisfólk, kemur at tryggja, at øll viðurskifti á eldraøkinum verða betri røkt, og pensionistarnir í nógv størri mun verða hoyrdir.

Heilsuverkið má og skal tryggjast neyðugan fíggjarkarm, og eigur nógv størri orka at leggjast í fyribyrgjandi tiltøk í samband við heilsustøðu føroyinga. Munagóð endurvenjing til seinheilaskadd eigur alt fyri eitt at síggja dagsins ljós.

Skal komandi ættarliðið verða lív lagað, so er tað ein alheimsskylda at seta munagóð tiltøk í verk til tess at minkað CO2 útlát og dálking sum heild. Tað er eisini okkara ábyrgd og skylda at hava ein virknan leiklut í hesum týdningarmikla átaki.

Fortreytin fyri sjálvbjargni er, at vit duga at húsast skynsamt og megna at hava fíggjarliga stýring á egnum viðurskiftum. Tí má tamarhald aftur fáast á fíggjarstýringina og hvussu skattgjaldarans peningur verður umsitin.

Eitt vælvirkandi vinnulív ??? bæði á sjógvi og landi ??? er grundarlagið fyri allar menning av samfelagnum. Tí er tað av alstórum týdningi, at vinnuni verða veittir góðir og tryggir karmar at virka undir, og at hendan verður loyst úr politiskum hafti.

Umráðandi er, at almennir stovnar í størri mun verða staðbundnir uttanfyri meginøkið.

Politikarar verða valdir at taka avgerðir og fremja tað, sum eigur at verða til gagns fyri landið og fólkið, ið her búleikast. Tí er tað umráðandi, at stór orka verður løgd í at byggja brúgv millum samgongu og andstøðu til tess at fremja so breiðar semjur sum gjørligt í øllum týðandi málum. Hetta vil skapa støðufesti í samfelagnum og økja um virðingina fyri tí arbeiði, ið verður framt á Føroya løgtingi, sigur Tordur at enda í stuttari viðmerking.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder