Politikkur

Bussleiðin skal nú í løgtingið

...

2018-09-17 21:21 Author image
placeholder

Munnligur fyrispurningur

til

Henrik Old, landsstýrismann

 

viðvíkjandi bygdaleiðum



1.     Hevurlandsstýrimaðurin ætlanir um at fáa broytt ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tærpassa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.

 

Viðmerkingar:

Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongurhar. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart.Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.

TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyriat møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðirframvið Glasi.

Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, menbussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so teyungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi unguikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.

So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey unguheimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjábygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kostaeitt oyra eyka.

Tí verður hesin spurningur settur.

17.september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder