Politikkur

Búskaparligar avleiðingar av COVID-19

...

2020-04-15 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri Løgtingið, landsstýrið og kommunurnar er týðandi at kunna meta um búskaparvøksturin næstu árini og um inntøkuvøksturin í samfelagnum sum heild. Hetta hevur millum annað týdning í sambandi við fíggjarlógina hjá landinum og í sambandi við fíggjarætlanir hjá kommununum. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið mett um búskaparligu avleiðingarnar av Covid-19.

Høvuðsniðurstøðurnar eru:

  • ??vissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum

  • Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021

  • Búskapurin kann minka 3-10% í 2020, møguliga heldur minni í 2021

  • Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020 og nakað minni í 2021

  • Landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum

Uppritið kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder