???Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum!??? Filippibrævið 4.4.
Tey árini vit vóru trúboðarafólk í Norðurjýtlandi, koyrdi eg onkuntíð eftir gamla vegnum niður gjøgnum Thy. Sum aðrastaðni í landinum stóðu skelti fram við vegnum, sum vísti til smærri og størri landsbygdir.
Á einum skelti stóð GL??DE. Altso, eitur ein bygd í Thy Gleði. Navnið setti tankar í gongd, og gav íblástur til talur. Har má vera gott at búgva, hugsaði eg:) Um eg nú spurdi eitt av bygdarfólkinum: hvaðan kemur tú? Vil svarið vera: Eg komu úr gleði! Hvar býr tú? Eg búgvi í gleði!
Hví lítla bygdin í Thy hevur fingið navnið Gleði, veit eg ikki. Stuttligt hevði verið um navnið kemur av, at bygdarfólkið allan dagin rennur runt av berari gleði. Men neyvan man tað vera. Tey eru ivaleyst sum fólk í øllum øðrum bygdum og býum, og kenna bæði til gleði og trupulleikar í lívinum.
Tað man heldur ikki merkja okkara tíð mest, at fólk siga: Eg búgvi í gleði! Eg komi úr gleði! Var tað so, høvdu vit og bløðini og fjølmiðlarnir komið við meira av góðum og jaligum tíðindum, og ikki bara leita eftir gølum og neiligum hendingum.
Helst liggur tað til okkum menniskju, at vit siga nógv oftari frá, tá ið vit eru kedd, enn tá ið vit eru glað.
Omanfyri stendur nakað um at búgva í gleði, at vit skulu gleða okkum í Harranum. Og tað er eitt annað slag av gleði enn hon, vit vanliga seta í sambandi við gleði. Heimsins gleði verður ofta bara sett í samband við eydnu. Tað er tann kristna gleðin ikki. Eydna er nakað annað, hon er farandi og komandi. Mikkjal á Ryggi, syngur: ???Eydnan er ei at líta á, ymiskar vegir hon dregur???. Eydna er nakað vit uppliva eina stutta stund, ein sovorðin lítil aha-uppliving, kanska nakað, sum bara minnir okkum um, at tað man fara at ganga.
Guðs gleði
Varandi gleði finna við bara hjá Guði, tí har situr Kristus við høgru lið hansara. Tá ið Guð sær sonin, sær hann sárini, ið hann fekk, tá ið hann sum offurlambið gekk í okkara stað, og tók okkara skuld og dóm á seg. Tá gleðir faðirin seg um, at milliónir av mannasálum eru endurloystar við tí offri, sum Jesus gjørdi. Hann gleðist um, at fyri ta sáttargerð skal ein skari, sum eingin er førur at telja, av øllum fólkasløgum, ættum og tungumálum, ein dag standa fyri hásæti hansara og syngja honum lov og prís um ævir allar. Guð gleðist um, at hann um alla tíð skal vera saman við soninum, eftir at hann eina stutta, men svára tíð, var í hesum heimi, fyri at gera tað møguligt hjá okkum at koma hagar, sum hann er.
Um vit kunnu gleða okkum líka so nógv um tað, ið Jesus hevur gjørt, og góðtaka tað líka nógv sum faðirin, tá vildi Guðs gleði gjørst enn størri.
Tann, sum gleðir seg í Harranum, frøðist um sæluna og tað fullgjørda verkið á krossinum, og hevur fokus á hann, sum gav lív sítt fyri okkum. Hugur hansara gevur jaliga ávirkan, og harvið vil tað eisini smitta av á tey, hann er ímillum.
Tú fer at viðgera tínar trupulleikar á heilt øðvísi hátt, tá ið Guðs gleði fær teg at síggja alt í ævinleikans perspektivi. Tú veitst, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð (Rom. 8,28). Tí letur tú teg ikki so lættliga taka av fóti, hvørki av vónbrotum, misfatanum ella mótburði, tí gleði tín kemur ikki uttanifrá, og eigur tí heldur ikki at takast frá tær av nøkrum, sum kemur uttanífrá. Gleði tín kemur frá honum, sum býr við trúnni í tær; hann, sumals ikki skal sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær(Heb. 13,5). Gleðin í honum fær teg at síggja eina ljósari framtíð, og at tola trupulleikarnar - tí tú hevur tað besta eftir, líka mikið hvat hendir.
John Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald