Einki stendur í stað, og tað gera okkara eldru heldur ikki. Tí mugu vit seta miðvíst inn, so okkara eldri kunnu leiga ella eiga bústað, sum sampakkar við tørvin nú og í framtíðini.
Pensjónistar eru ikki tað, teir hava verið. Verandi og komandi pensjónistar eru sum heild sera væl fyri. Teir renna, ganga fjøll, ferðast, ja, sum heild hava teir dirvi og gleða seg til framtíðina við øllum tí, hon hevur at bjóða.
Tí er eisini neyðugt við einum smidligari bústaðarmarknaði, sum sampakkar við tørvin hjá teimum eldri. Ein tørv, har tað ikki er neyðugt hjá teimum eldru at halda stór hús, men har tað er lættari at flyta inn í privatan leigubústað.
Frá longst í egnum heimi til flyt í góðari tíð!
Hugsanin um ???longst í egnum heimi??? má broytast til ???flyt í tíð???. Í hesum liggur ein áheitan til fólk ímillum 55 og 65 ár um at hugsa um og leggja ætlanir fyri, hvussu tey vilja húsast á eldri árum.
Bústaðarpolitikkurin hjá okkum í Havnini leggur nú eisini upp til hesa tilgongd.
Hvat er so ein búfelagsskapur fyri eldri? Í stuttum er talan um búeindir, har fólk hava sína egnu privatu íbúð, samstundis sum tað eru felagsøki, felagshøli, felags tiltøk og ymiskt annað - felagsskapi og lívsdygd hjá tí einstaka at gagni.
Fólk gera sjálvi av, hvussu virkin tey eru í felagsskapinum og í hvønn mun, tey eru privat.
Eindirnar eru ymiskt til støddar, eigaraviðurskiftini kunnu eisini verða ymisk og somuleiðis fólkini, sum búleikast har.
Fólk eru nøgd
Fólk í øðrum londum eru serstakliga nøgd og fegin um lívið í búfelagsskapi. Tey fegnast um privatlívið og felagsslívið. Tey hava nærsambond og verða ríkað innihaldsliga við ymsum virksemi.
???Tú fært heilt einfalt 10 ár fleiri at liva??? havi eg hoyrt onkran pensjónist siga. Tað er átrokandi við loysnum, sum vísa nýggjar leiðir. Tí eiga búfelagsskapir eisini at verða eitt stig á bústaðarleiðini hjá okkum.
Kommunan kann útvega lendi og íblástur og vil heita á privata byggivirksemið og fólk og bólkar yvirhøvur um at gera búfelagsskapir til veruleika.
Bergun Kass
Býráðslimur fyri Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald