Politikkur

Brýtur løgmaður stýrisskipanina

...

2020-05-15 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

§54 í Stýrisskipanini áleggur løgmanni at ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Og somuleiðis skal løgmaður ráðføra seg við uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar í málum, sum hava stóran týdning fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

Tað hevur løgmaður ikki gjørt, nú hann av óskiljandi grundum hevur flutt málsøkið fjarskifti á danskar hendur, hóast fjarskifti er yvirtikið málsøki.

Sum formaður í uttanlandsnevndini góðtaki eg ikki slíka framferð. Kanska er løgmaður ruraður í blund av korona, nú landsstýrið meir og minni uttan um Løgtingið hevur tikið sær skerpaðar heimildir at stýra samfelagnum. Hetta hevur Løgtingið tigandi góðtikið, tí í kreppum skulu vit standa saman.

Men fjarskifti hevur onki við korona at gera,og skal løgmaður tí halda seg til ásetingarnar í Stýrisskipanini.

Tí má løgmaður beinanvegin biðja um ráðførslu í Uttanlandsnevndini, so hesin kavabólturin kann steðgast, um tað verður úrslitið.

Bill Justinussen

Formaður í Uttanlandsnevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder