JN

Brúka eldgosið at marknaðarføra Ísland

...

2021-03-22 06:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fríggjakvøldið fór at goysa við Fagradalsfjall í Íslandi. Talan er um eitt lítið eldgos, og er tað fyrstuferð í umleið 800 ár at tað goysir í hasum økinum í Íslandi.

Um vikuskiftið hava nógv fólk leita sær til øki at uppliva eldgosið, og onkrar vinnur í Íslandi hava havt úr at gjørt síðani tað fór at goysa. M.a. hava nógv fólk leiga sær rundtúrar við tyrlum fyri at uppliva eldgosið.

Morgunblaðið skrivar, at gosfjøll vanliga plaga at fáa ferðafólk til Íslands. Nógvar ferðavinnuskrivstovur í Íslandi at farnar at brúka gosfjallið við Fagradalsfjall at marknaðarføra Ísland við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder