2018-08-05 10:40

Sum vanligt er um summari so eru nógvir bátar á sjónum, og onkrir fáa eisini motortrupuleikar.
Fyrradagin var brúk fyri Rescue Vón at sleipa ein bát til Eiðis, sum hevði fingið trupuleikar.
Í gjár var bæði brúka fyri Rescue Ziska og Rescue Lív. Ziska sleipaði ein bát ið hevði fingið motortrupuleikar til Klaksvíkar, meðan Lív sleipaði ein til Argir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald