2021-04-14 07:00

Fyrrapartin í gjár fingu tveir bátar motortrupuleikar, og blivu teir báðir bjargingarbátarnir - Vón og Ziska - boðsendir at sleipa.
Klokkan 08:53 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar í Djúpuni. Ziska var hjá bátinum við motortrupuleikum klokkan 10, og sleipaði hann til Leirvíkar. Klokkan 10:30 komu teir inn á Leirvík.
Aftur klokkan 11:10 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar. ??tróðrarbáturin var staddur á Norðhavinum. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Vón, sum var hjá útróðrarbátinum klokkan 13. Vón sleipaði bátin til Eiðis, og komu teir har klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald