Tíðindaskriv:
Bringumynd av mætum Sandavágsmanni avdúkað
annan páskadag
Annan páskadag, mánadagin 28. mars 2016,
kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens
Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági. Tað er myndahøggarin
Andrias Andreassen, ið hevur avmyndað rithøvundan. Í sambandi við avdúkingina verður
Jens Pauli Heinesen heiðraður við røðum, tónleiki og sangi á miðstaðarøkinum.
Aftaná er hugni í SÍF-húsinum.
Merkisverda
skaldið Jens Pauli Heinesen, sum í
livitíð sínari legði heili 40 útgivin skaldaverk eftir seg ??? bæði skaldsøgur,
stuttsøgusøvn, sjónleikir við meira ??? traðkaði sínar
barnaskógvar í Sandavági. Jens Pauli
flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljóslivandi
fyri honum. Nógvar av søgunum í verkum hansara fara fram í og kring Sandavág. Fáur
man hava lýst heimbygd sína við so stórum kærleika sum Jens Pauli Heinesen.
Hann varð føddur 12. november
1932 og vaks upp á Hammershaimbsvegi 21 í Sandavági sum sjálvur triði av seks
systkjum. Foreldrini vóru Petur á Lofti Heinesen, kongsbóndi úr Sandavági, og
Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti. Jens Pauli tók
læraraprógv í 1956 í Danmark. Hann giftist sama ár við Maud Brimheim úr
Klaksvík og fekk trý børn.
Jens Pauli arbeiddi frá 1956 til
1970 sum lærari í Danmark og í Havn, og gjørdi hesi ár nógv fyri at fáa
føroyskar skúlabøkur útgivnar. Í 1970 fór hann frá sum lærari fyri at gerast
rithøvundur burturav.
Jens Pauli fekk M.A. Jacobsens
Virðisløn tríggjar ferðir ??? í 1958, í 1973 og í 1993 og var mældur til at fáa
virðisløn Norðurlandaráðsins í 1982 og í 1994. Hann fekk Mentanarprís Føroya
Landstýris í 1999.
Jens Pauli Heinesen doyði 19.
juli 2011, 78 ára gamal.
Hví hevur Vága Kommuna valt at seta upp
bronsubringumynd av Jens Paula Heinesen?
- Vága Kommuna
ynskir at heiðra skaldið og Sandavágsmannin Jens Paula Heinesen, sum hevur lýst
bygdina so meistarliga, við at seta honum ein minnisvarða á miðstaðarøkið í bygdini
skamt frá barndómsheimi hansara, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága
Kommunu, og heldur áfram:
-
Uppsetingin av minnisvarðanum er ein liður í, at Vága Kommuna ynskir at varpa
ljós á ymiskt, sum fólk í kommununi kunnu vera errin av at vísa fram. Vit
ynskja at gera søguna og tað serliga í økinum, sum fólk eru góð við, sjónligari
í umhvørvinum. Hetta verður gjørt bæði fyri at minna borgararnar og komandi
ættarlið á teirra egnu søgu, og eisini fyri at gera vitjandi vart við, hvat
kommunan hevur at bjóða av spennandi søgum m.a. um navnfram fólk, sum hava
búleikast í kommununi.
- Um vit
skulu kunna bjóða fram eitt livandi samfelag til komandi ættarlið í Vága
Kommunu, mugu vit, sum búgva í økinum, vera góð við søgu okkara, og vit mugu
alla tíðina gera okkara fyri at menna og útbyggja økið. Kommunan kann fáa nógv meira burturúr t.d. ferðavinnu,
sum er ein vaksandi vinna, ið kann vera eitt gott ískoyti til aðrar vinnur í
oynni og menna økið.
- Við t.d. at seta upp standmyndir, ið gera søgurnar úr økinum sjónligari, geva
vit borgarunum nakað at vísa fram fyri
øðrum, sum tey kunnu fortelja um við stoltleika. Harvið fær eisini ferðavinnan
í Vágum eitt gylt høvi at mennast enn meira. Sagnir, søga og náttúra eru
lyklaorð, tá ið um ferðavinnu ræður, og við at varpa ljós á mætu skøldini úr
kommunu okkara geva vit ferðavinnuni eitt bein afturat at standa á.
- Hetta kann vera við til at draga
fleiri vitjandi til Vága Kommuni bæði á sumri og á vetri. Vit eru ikki í iva
um, at verður rætt atborið, eru góðir møguleikar at menna fleiri upplivingar
kring íløguna í bringumyndina av Jens Paula Heinesen. Her kunnu hugsast gylt
høvi fyri útferðum og náttúruupplivingum, sum taka støði í umfatandi
skaldskapinum hjá rithøvundanum, sum í so mongum førum nettupp fer fram í og
kring Sandavágs bygd.
- Hetta er
orsøkin til, at vit í fjør heittu á myndahøggaran Andrias Andreassen, sum longu
hevði avmyndað skaldið í 2002 við eini bringumynd í gipsi, tá Jens Pauli enn
var á lívi, um at fáa stoypt hesa fínu bringumynd í bronsu, sigur Rósa
Samuelsen, borgarstjóri, at enda.
Meira fæst
at vita við at seta seg í samband við Rósu Samuelsen, borgarstjóra, á tlf.
794410 ella við t-posti: [email protected], ella við Elina Brimheim Heinesen, dóttir
Jens Paula Heinesen, á tlf. 292506 ella við t-posti: [email protected].
Bronsubringumynd av Jens Paula Heinesen avdúkað
á miðstaðarøkinum í Sandavági
Skrá annan páskadag, 28. mars 2016, kl. 15.00:
15.00
Tónleikur:
Blásarakvintettin Kójak spælir
15.05
Innleiðing:
Rósa Samuelsen, borgarstjóri,
innleiðir tiltakið
15.10 Røða:
Elin Brimheim Heinesen heldur
røðu.um pápa sín, Jens Paula Heinesen
15.15
Tónleikur:
Elin Brimheim Heinesen spælir lagið
"Sóleyan" við teksti eftir Jens Paula Heinesen
15.20
Avdúking:
Jóannes Heinesen, bróðir Jens Paula
Heinesen, avdúkar bronsubringumyndina saman við Rósu Samuelsen, borgarstjóra,
og Andrias Andreassen, myndahøggari, heldur stutta takkarrøðu
15.25 Røða:
Hanus Kamban heldur røðu um Jens
Paula Heinesen
15.30
Tónleikur:
Greta Svabo Bech, Unn Paturson og Elin
Brimheim Heinesen syngja lagið "Heystnáttin" við teksti eftir
Jens Paula Heinesen
15.35
Upplestur:
Hans Tórgarð lesur brot úr
skaldskapi hjá Jens Paula Heinesen
15.45
Tónleikur:
Elin Brimheim Heinesen syngur
"Eitt dýpi av dýrari tíð" við teksti eftir Jens Paula Heinesen
15.50
??tleiðing:
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, rundar
tiltakið av og bjóðar til drekkamunn og køkur í SÍF-húsinum
15.55
Tónleikur:
Felagssangur: "Dimmið",
saman við blásarakvintettini Kójak
16.00
Tiltakið endar á miðstaðarøkinum.
Vága Kommuna bjóðar hareftir øllum yvir
í SÍF húsið at fáa sær drekkamunn, har skemtilig brot verða lisin úr
skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen, og har til ber at síggja myndarøð av
lívið Jens Paula Heinesens
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald