2016-03-24 09:04
Annan páskadag, mánadagin 28. mars 2016, kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági. Tað er myndahøggarin Andrias Andreassen, ið hevur avmyndað rithøvundan. Í sambandi við avdúkingina verður Jens Pauli Heinesen heiðraður við røðum, tónleiki og sangi á miðstaðarøkinum. Aftaná er hugni í SÍF-húsinum.
Merkisverda skaldið Jens Pauli Heinesen, sum í livitíð sínari legði heili 40 útgivin skaldaverk eftir seg ??? bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn, sjónleikir við meira??? traðkaðisínar barnaskógvar í Sandavági. Jens Pauli flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljóslivandi fyri honum. Nógvar av søgunum í verkum hansara fara fram í og kring Sandavág. Fáur man hava lýst heimbygd sína við so stórum kærleika sum Jens Pauli Heinesen.
Á tiltakinum annan páskadag á miðstaðarøkinum í Sandavági kl. 15.00 fara ymiskir tónleikarar - so sum blásarakvintettin Kójak, Greta Svabo Bech, Unn Paturson, Elin Brimheim Heinesen o.o. umframt røðarar - so sum Hanus Kamban og Hans Tórgarð o.o. at heiðra skaldið Jens Paula Heinesen.

Kelda: portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald