2020-03-27 13:22

Sørvágstrolarin Brestir kom á Miðvág í morgun at bunkra og eftir útgerð. Teir hava verið á svartkalvaveiðu við Føroyar í góðar 4 vikur, Brestir hevur 65 tons umborð, men teir landa ikki, teir fara avstað aftur so skjótt teir eru klárir - um ein góðan tíma ella so.
Manningin sleppir ikki í land, tað vóru 10 mans við, men teir verða 9 nú teir fara avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald