Politikkur

Brandur Sandoy spyr um endurgjald til bøndurnar

...

2019-10-22 17:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um avleiðingar fyri føroyskar bøndur av ætlaðu broytingunum í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES, settur landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Hvussu ætlar landsstýrið at endurgjalda bóndum fyri fíggjarliga tapið teir fara at hava av ætlaðu broytingunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES?

Viðmerkingar:

Hóast landbúnaðurin í Føroyum hevur avmarkaðan landsbúskaparligan týdning, hevur landbúnaðurin stóran týdning fyri búsetingina í útjaðara-Føroyum, samstundis sum landbúnaðurin eisini hevur sera stóran mentanarligan týdning fyri føroysku fólkasálina og samleika okkara sum tjóð.

Skiftandi landsstýri hava roynt at vunnið landi okkara betri marknaðaratgongd til stóra marknaðin í ES. ??rslitið er sera misjavnt. Ímeðan vit noyðast at gjalda toll av fiskavørum okkara, ið vit lata inn á ES marknaðin, er føroyski marknaðurin víðopin fyri landbúnaðarvørum úr ES við fáum undantøkum.

Nú frættist so í miðlunum, at ES ætlandi eisini ótarnað sleppur at innflyta 80 tons av seyðakjøti, svarandi til góð 5000 lambskrov.

Givið er, at skjótt er at bróta niður tað, ið føroyskt er, um stórkapitalurin sleppur at hóreiggja sær, sum hann vil, tí landøki okkara er so avmarkað at framleiða á.

Eisini vita vit, at ES hópframleiðir seyðakjøt ígjøgnum stuðulsskipanir og hevur søguliga framleitt so nógv, at summi ár hevur yvirskotslagrið verið brent. Tað sigur seg sjálvt, at slíkar umstøður ber ikki til hjá smáum londum at kappast við, og tí er verja av egnum framleiðslum einasti vegurin fram.

Avleiðingin av ætlaðu broytingunum er, at prísurin á seyðakjøti lækkar, og harvið missa føroyskir bøndur pengar.

Spurt verður tí, hvussu landsstýrið ætlar at endurgjalda føroyskum bóndum fyri hetta fíggjarliga tap.

Á Løgtingi, 21. oktober 2019

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder