Politikkur

Brandur Sandoy spyr um - ALS útgjald til fiskimenn

...

2019-12-04 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brandur Sandoy????????????????????????Nr. 29/2019

løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur umAls-útgjald til fiskimenn, tá skip teirra verður lagt vegna umvælingar, settur landsstýrismanninum ívinnumálum,Helga Abrahamsen(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.Vísandi til § 2 í kunngerðum útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar, er tað so framvegis ein treyt fyri at fáa ALS-útgjald, at fiskifarið,ið ein fiskimaður er við,skal hava veiðiloyvi?
2.Hvør er orsøkin til,at fiskimenn í hesi støðu ikki kunnu fáa útgjald,fyrr enn 30 dagar eru farnir, meðan øll onnur fáa,tá 10 dagar eru farnir?
3.Hvør er orsøkin til,at fiskimenn í mesta lagi fáa útgjald í 60 dagar?
4.Vísandi til § 5, stk.2 í kunngerðini, hvør er so orsøkin til,at hesar ásetingar bara eru galdandi fyri okkara fiskimenn, og ikki fjøldina sum heild?

Viðmerkingar:

Ofta kemur fyri, at fiskiskip mugu leggjast vegna umvælingar, við teirri avleiðing at fiskimenn ikki fáa hýru ella útgjald úr Trygdargrunninum í mánaðir. Tá so er, skal ALS lofta hesum fiskimonnum, men ein má undrast á tær herdu treytirnar,hesin samfelagsbólkur hevur at fáa pening úr skipanini, í mun til aðrar samfelagsbólkar.

Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing(ALS-lógin)nágreinar útrokningargrundarlag, bíðidagar og útgjald fyri flest øll her á landi. Landsstýrið hevur tó valt at lýsa kunngerð fyri fiskimenn í áður nevndu støðu, ið kann tykjast sum ein munandi herðing í mun til aðrar samfelagsbólkar.

Sambært § 2 í kunngerðum útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar,skal viðkomandi skip,har fiskimaðurin starvast,hava veiðiloyvi. Við nýggju lógini umsjófeingi, sum fekk gildi 1. januar 2018, blivu øll veiðiloyvi burtur.

??trokningargrundarlagið fyri útgjaldinum er sambært lógini inntøkan seinastu 12 mánaðirnar.

§ 16a í lógini sigur, at ásettir verða 2 bíðidagar. Um inntøkan hjá viðkomandi hevur verið høg, kunnu bíðidagarnir verða upp til 10 í tali.

§ 5 í kunngerðini sigur tó, at fiskimenn kunnu onki fáa,fyrr enn 30 dagar eru farnir.

Fiskimenn í áður nevndu støðu kunnu heldur ikki vera meiri enn 60 dagar í skipanini, hóast stór havarí mangan eru drúgvari enn so at umvæla. Hetta er munandi verri treytir,enn aðrir samfelagsbólkar hava.

Eitt annað sumkanntykist løgið við kunngerðini er, at fiskimenn helst eru teir einastu í skipanini sum verða revsaðir í útgjaldi frá ALS-skipanini vegna høga inntøku.

§ 5, stk 2, í kunngerðini ásetir nevnliga, at fyri hvørjar 1000 kr.,sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanni er hægri enn 210.000 kr., lækkar útgjaldið 0,5%. Tað sum undrar er,at hesar treytir einans síggja út til at verða galdandi fyri hendan eina samfelagsbólk, og ikki eru galdandi fyri aðrar samfelagsbólkar.

Tað sum eyðkennir okkara samfelag er,at skyldur og ágóðar eru rímiliga líka fyri øll.

Fiskimenn gjalda fegnir sín part inn til ALS-skipanina, ein part sum ofta liggur omanfyri landsmiðal, vegna góðar hýrur.

Men tá tað kemur til útgjald úr skipanini sær út til,at hesir somu fiskimenn verða undirlagdir harðari treytir enn onnur í samfelagnum.

Tí hesar spurningar.

ÁLøgtingi4.desember 2019

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder