Politikkur

Brandur Sandoy spyr Jørgen Niclasen um koyrikort

...

2021-03-16 18:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brandur Sandoy
løgtingsmaður



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a



Fyrispurningur um koyrikort, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Hví missa fólk, sum hava fingið rættindini at koyra bil til tey eru 70 ár, hesi rættindi, sjálvt um tey ikki hava brotið lógina?

2. Er talan um ivamál í tulkingum av lógarteksti, ella er lógin púra greið hesum viðvíkjandi?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógina ella Akstovan fyrisitingarpraksis, soleiðis at tey, sum hava vunnið sær rættindi at hava koyrikort til tey eru fylt 70 ár, ikki missa hesi rættindi, um so er, at tey ikki forbróta seg ímóti ferðslulógini?

Viðmerkingar:

Tað frættist frá fólki, at rætturin tey hava fingið at koyra bil til tey eru vorðin 70 ár fellur burtur, um so er, at man av ávísum ávum er noyddur at endurnýggja sær plastkoyrikortið.

Um koyrikortið er slitið, tvs. mynd og tekstur eru vorðin ov kám, ella um tú hevur broytt navn eitt nú við giftu, og løgreglan heitir á teg um at fara til Akstovuna at skifta tær plastkoyrikortið út, so er nýggja kortið bara galdandi í 15 ár fyri persónbil og 5 ár fyri lastbil.

Nýggj lóg er komin í gildi fyri fáum árum síðan, og er tað tulkingin av hesum lógarteksti sum ger, at lógin verður praktiserað á hendan hátt. Neyvan hevur hetta verið ætlanin við nýggju lógini, hetta at rætturin at koyra bil verður skerdur, sjálvt um viðkomandi als ikki hevur forbrotið seg ímóti lógini.

Hetta, at fólk sum sambært tá galdandi lóg hava vunnið sær ein rætt, í tíð og ótíð skulu gjalda fyri at fáa hendan rætt endurnýggjaðan, tykist órímiligt, og spurningurin er, um tað er fult lógligt at taka vunnin rættindi aftur frá fólki við einum pennastroki.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 16. mars 2021

Brandur Sandoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder