2020-11-10 09:00
Um eg verði vald inn, so vil eg leggja lunnar undir, at okkara kommuna eisini fer at hugsa nýggjar, kreativar tankar, tá tað kemur til at stuðla frítíðarvirksemi.
Eg eri sannførd um, at tað er sera umráðandi at arbeiða fyribyrgjandi. Viðvíkjandi børnum og frítíðarvirksemi, so hugsi eg, at kommunan skal stuðla frítíðarvirkseminum meira, tí tað er ein sera týðandi liður, tá tað kemur til fyribyrgjandi arbeiði.
Ein tanki hjá mær er, at stovnar og frítíðarlív samstarva soleiðis, at børn kunnu ganga til ymiskt, meðan tey eru á stovni. Á hendan hátt, fáa øll børn møguleika at luttaka og fáa kensluna av at hoyra til ein felagsskap heilt frá vøggustovualdri av.
Hugsanin aftanfyri hetta er, at børnini skulu fáa eina kenslu av, at hetta er eitt gott umhvørvi og ein góður felagsskapur, og hesum vil eg fegin halda áfram við at vera ein partur av.
Venjarar, sum longu eru ein partur av teimum ymisku ítróttarfeløgunum, kunnu standa fyri venjingunum og fáa feløgini eina samsýning fyri hetta frá kommununi
Starvsfólkini á stovnunum kunnu fara til venjingina saman við børnunum og hjálpa við venjingini. Eisini hava vit dugnaligar motorikkvegleiðarar, sum kundu luttikið. Á hendan hátt koma vit eisini at samstarva tvørtur um fakmørk, og hetta kemur børnunum til góðar. Tann sami leisturin kann hugsast um annað frítíðarvirksemi.
Gleðiligt hevði verið, um øll feløg vildu verið ein partur av hesum átakinum.
Við at hava virksemi í dagtímunum, so verður eisini minni stress og jag heima í barnafamiljunum aftan á arbeiðstíð. Familjurnar fáa meira tíð heima við hús og meira tíð til síni børn.
Hetta er win win fyri allar partar. Frítíðarlívið fær nógvar luttakarar, og okkara børn verða innlimaði í sunnar felagsskapir. Um hetta verður veruleiki, so trúgvi eg uppá, at børnini ikki fara at hava sama tørv á at søkja sær aðrar minni góðar felagsskapir, og vilja fóta sær betur í nógvum viðurskiftum.
Set X við Borgaralistan
Set X við Tórdis Dam Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald