Í grundlógini § 77 stendur soleiðis: ???Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale
at offentliggøre sine tanker???. Hetta er ein aðalregla, ið eg meti, at okkara føroyska
samfelag má halda óvíkiliga fast við.
Í seinastuni er tað fleiri ferðir, at okkara siðbunda kristna hugsan og liviháttur hevur
verið undir censuri. Hetta er tíbetur ikki hent so nógv í Føroyum, men í teimum
altjóða sambondum vit hava út í heim er hent ymiskt, sum partvíst eisini rakar
gerandisdagin í Føroyum.
Eitt dømi er at Amazon hevur avgjørt at nokta, at bøkur verða seldar av
undirveitarum á teirra platformi, ið eru skrivaðar av fólki, ið áður hava livað ein
homosexuellan lívsstíl, og nú hava valt at liva ein hetroseksuellan lívstíl. Eisini eru
bøkur noktaðar frá terapeutum, ið greiða fólki frá, um tey ynskja tað, hvussu tey
kunnu fáa terepeutiska hjálp fyri óynsktar homosexuellar kenslur.
Eitt annað dømi er, at Airbnb krevur, at útleigarar skulu veita hetrosexuellum og
homosexuellum pørum somu tænastur, sjálvt um útleigarin hevur ræðisrætt yvir
egnum býli. Eisini hevur Airbnb tikið øll útleiganarbýli á vestara áarbanka av sínum
sølulista.
Eitt triðja dømi er, sum vit kundu lesa herfyri, at ein enskur lækni misti starvið, tí hann noktaði fyri at kalla ein mann fyri eina kvinnu, soleiðis sum maðurin sjálvur ynskti tað.
Eitt dømi úr Føroyum er, at um tú ætlar tær at gera kylling til døgurða, so ber næstan ikki til at fáa ein kylling, sum ikki er Halal slaktaður.
Um eg fái tína atkvøðu vil eg arbeiða fyri, at talufrælsið og persónliga
avgerðrarfrælsið verður áhaldandi virt í Føroyum, soleiðis at rák, ið eru at síggja
uttanlands, ikki vera at síggja í Føroyum í sama mun. Tó havi eg ikki sagt, at vit ikki
skulu virða fólk, ið ikki hava eina kristna grundhugsan. ??ll skulu virðast óansæð
sjónarmið.
Steffan Klein Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald