Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, hevur valt at stilla upp til komandi fólkatingsval og løgtingsval. Eyðdis fór uppí kommunupolitikk í 2016 tá ið hon var vald inn á lista V í Vága kommunu við 55 atkvøðum, og gjørdist síðani borgarstjóri í Vága kommunu.
Vit hava spurt hana hví hon velur at stilla upp.
Eg eri ???barn??? av ríkisfelagskapinum. Míni fyrstu liviár vóru í Grønlandi, har eg eri fødd, síðani eri eg vaksin upp í Danmark - seinni sum tannáringur í Føroyum. Eg velji at stilla upp til fólkatingsvalið, fyri Sambandsflokkin tí eg eri sannførd um at Føroyar altið fara at hava fyrimunir í ríkisfelagsskapinum, bæði innan handil heilsu og útbúgving, umframt á mongum øðrum økjum. Og tað er jú júst hesum Sambandsflokkurin arbeiðir fyri, sigur Eyðdis við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald