2019-02-27 16:02

Borgarin, Fagraberg og Høgaberg skulu allir landa til Havsbrún í Fuglafirði, teir hava roynt í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi - allir hava útvið fulla last.
Borgarin kemur á Fuglafjørð kl. 5 seinnapartin í dag, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð, Fagraberg verður á Fuglafirði í nátt, teir landa tá ið liðugt er at landa Borgaran, Høgaberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin í morgin, teir landa so tá ið liðugt er at landa Fagraberg.
Tað hevur verið ruskveður á leiðini vestur úr Írlandi ímeðan teir royndu har hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald