2020-06-24 12:30

Um 8 tíðina í morgun kom Borgarin á Fuglafjørð, har teir skulu landa til Havsbrún.
Borgarin hevur henda túrin verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og tá ið teir setti kós á Fuglafjørð vóru teir eystanfyri Føroyar og royndu.
Borgarin hevur henda túrin fingið 1900 tons av svartkjafti.
Borgarin fer aftur á svartkjaftaveiðu í kvøld, tað sigur John Leif Joensen skipari við okkum á JN.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald