Politikkur

Borgaralistin: Okkara valskrá

...

2020-10-22 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna er ein góð kommuna, sum er vælútbygd og hevur góðar vælferðartænastur. Her er gott at búgva frá vøggu til grøv. Vit á Borgararlistanum vilja savna - vit vilja vera ein kommuna við trimum bygdum, har dentur verður lagdur á at - vera virkin ??? vera saman - vera hugbundin.

Fíggjarviðurskifti
???Vit ynskja ein skilagóðan rakstur. Tað skal vera samsvar millum útreiðslur og inntøkur, og vælferðin skal tryggjast.???
 
Skattur
Skattaprosentið skal lækka og barnarfrádrátturin skal hækkast.
??? Okkara mál er, at innan 2025 verður skattaprosentið lækkað stigvíst niður í 21,0 %
??? Okkara mál er, at innan 2025 verður barnafrádrátturin hækkaður stigvíst til 7000 kr
 
Ungdómur
Ungdómurin hevur í dag nógvar avbjóðingar. Tí villja vit, at okkara ungdómur skal ??? ???vera virkin - vera saman og vera hugbundin???
??? Ungdómshús skal vera í báðum teimum stóru bygdunum til børn og ung
??? Ungdómsráð, sum tekur avgerðir og verður við at skipa teirra egnu viðurskifti
??? Skipað fyri verkstovum og kvøldskúlatilboðum fyri ung aftaná skúlatíð
??? At eggja og stuðla sjálvbodnum at skipa fyri rúsfríum tiltøkum
 
Barnaøkið
Okkara børn skulu vera virkin í sunnum felagsskapum frá vøggustovu til skúla, og skulu hava bestu umstøður at vaksu upp í.
Vit vilja
??? Hava hægri normeringar á dagstovnum
??? Hava góðar karmar á øllum stovnum
??? Leggja dent á rørslur og trivnað í samstarvi við dagstovnar, skúla og ítróttarfeløg
??? Hava eitt tætt og gott samstarv við foreldraráðini
 
Eldraøkið
???Virkin sum longst í egnum heimi??? er eitt slagorð, sum vit framvegis vilja virka fyri. Tað er eisini galdandi fyri tey eldru at ??? ???vera virkin ??? vera saman ??? vera hugbundin
Vit vilja
??? At eldri borgarar í bygdunum hava eitt stað at savnast í
??? Virka fyri at eldri eru virkin kropsliga, sálarliga og sosialt
??? Skipa fyri tiltøkum og eldradøgum, saman við Vága Pensjónistafelag
??? Gera eina tørvsmeting og eina ætlan fyri staðseting av eldraíbúðum
??? Endurskoða visitatiónina til tænastur á eldraøkinum, til eisini at umfata reingerð
??? Hava eitt tætt og gott samstarv við eldraráðið
 
Skúli og undirvísing
Vit vilja
??? At 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi verður gjørt liðugt. Fara undir 3. og seinasta byggistig, um rásarúm verður.
??? At Jól til jól skipanin, sum tryggjar eina góða yvirgongd frá barnagarði til skúla, heldur fram
??? At børn við serligum tørvi fáa eitt serskúlatilboð í kommununi, fyri at tryggja mest møguligt tilknýti til nærumhvørvið
??? At kvøldaskúlin verður í samstarvi við grannakommunur fyri at fáa fleiri og fjølbroyttari tilboð
 
Tilflytarar
Vit hava eina økta tilflyting av útlendingum. Vit ynskja at taka væl ímóti teimum, við at skipa fyri einari móttøku, har tey fáa møguleikan at læra um føroyska mentan og føroyskt mál. Børn hjá tilflytarum skulu fáa skipaða føroyska málmenning í barnagarðinum.
 
Mentan
Kommunan er ríkað við nógvum mentunarligum bygningum og nógvari søgu. Vit vilja varðveita hesar bygningar og brúka teir í enn størri mun. Vit vilja stuðla listafólki og sjálvbodnum at virka innan síni áhugamál. Seta ein mentunargrunn á stovn, sum umsitur fígging og játtan til listafólk og verkætlanir.
Ítróttur og sjálvboðið arbeiði
Fyri at hava eina kommunu har tað ??? at vera virkin ??? vera saman og vera hugbundin ??? er tað sera týdningarmikið við fólki, sum vilja gera eitt sjálvboðið arbeiði
Vit vilja
??? At øll tey, sum gera sjálvboðið arbeiðið vera móttikin við virðing og stuðlað á besta hátt
??? At ítróttarfeløg fáa góðar karmar at virka undir
??? Endurskoða stuðul til ítrótt
 
Vinnan
Vinnan skal hava best møguligu karmar at arbeiða undir og møguleikar at bjóða uppá arbeiði í kommununi.
??? Vit vilja hava vinnuøki tøk
??? Vit vilja gera eina ætlan fyri grótbrotið í Sandavági
??? Bryggjan skal dagførast
??? Bátahylurin skal dagførast
 
Ferðavinna
Ferðavinnan stendur fyri broytingum. Nýggj menningarætlan verður gjørd, og nýggjur leiðari verður settur í starv í hesum árinum.
Vit vilja virka fyri at ferðavinnan fær bestu umstøður at virka undir.
 
Orka og umhvørvi
??? ??tlan skal gerast fyri orku og umhvørvi, soleiðis at øll menning verður burgardygg.
??? Miðja ímóti at gera meira við at skilja burturkast.
Vit arbeiða fyri
??? At allir nýggjir bygningar skulu vera grønir, og verandi bygningar verða dagførdir stigvíst
??? ??ll nýggj ljós skulu vera LED, og verandi ljós skulu dagførast stigvíst
??? Umvørvisætlan skal gerast fyri vatn, kloakk, dálking og skaðadjór
??? Umhvørvisplássið skal hava opið fleiri tímar, tá ið tørvur er á tí, fyri at sleppast kann undan dálking av náttúrini
 
Bygging og býarplanlegging
Framtíðar býarplanleggingar skulu savna bygdirnar. Tað er týdningarmikið at taka atlit til ferðslu, soleiðis at tað slepst undan óneyðugari ferðslu í bygdum øki.
Vit vilja
??? Gera byggiklár grundstykkir
??? Gera alt liðugt í samband við eina útstykking
??? Endurskoða skipanina við bíðilistanum
??? At møguligt er hjá tí almenna og privata at byggja íbúðir
??? At ferðslutrygdarætlanin verður endurskoða og gjøgnumførd stigvíst
??? At gøtur og súkklubreytir skulu vera tryggar farleiðir
??? At atlit verður tikið til náttúru og mentan, tá ið útstykkingar vera gjørdar
??? Vetrarfriðing er gjøgnumførd í Vatnsoyrum, og farið verður stíðvíst víðari
 
Trivnaðarøkir
Kommunan hevur lagt dent á at hava fleiri trivnaðarøkir, har møguleiki er at vera virkin ??? vera saman ??? og vera hugbundin. Vit vilja framhaldandi vera við at gera trivaðarøki og spælipláss runt í kommununi saman við borgarum.
 
Teknisk mál
Tað er týdningarmikið at allar ognir hjá kommununi verða væl viðlíkahildnar, dagførdar og nútímansgjørdar. Vit vilja gera eina ætlan yvir tørv, tíðarætlan og raðfesta.
Tað er umráðandi, at borgarin merkir, at kommunan tekur manglar og bráfeingis uppgávur í álvara, tí vilja vit raðfesta bráfeingis uppgávur sera høgt, tá ið borgarin boðar frá og annars tryggja okkum at kommunan verður væl røkt.
??? Vatn - er týdningarmesta tilfeingið hjá okkara borgarum. Vit hava góðar vatnkeldur, sum kunnu vera sárbarar, tí er týdningarmikið at finna aðrar keldur. Vit hava havt trupuleikar við vatnlekum, sum skulu finnast.
??? Kloakkskipanin - verður stigvíst liðugtgjørd og dagførd. Eisini er neyðugt at eftirhyggja verandi kloakkskipan, tí trupulleikar eru við yvirflatuvatni í kloakkskipanini
??? Bygningar ??? skulu dagførast. Somuleiðis skal ein greið ætlan gerast, um hvussu kommunalu bygningarnir skulu brúkast framyvir
??? Vegir ??? gera eitt yvirlit yvir verandi vegir og brýr, gera eina tíðaræltan og raðfesta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder