Politikkur

Borgarafundur um vindmyllurnar á Eiði

...

2021-03-11 08:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týskvøldið 16. mars kl. 19.00 verður borgarafundur hildin í Hólmahúsinum á Eiði.

Fundurin verður hildin í samband við vindmylluætlanina hjá SEV á Suðurhelvt. ??tlanin við fundinum er at geva SEV høvi at greiða frá, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta SEV spurningar.
Koronutilmælini verða fylgd, og tí kunnu í mesta lagi 200 borgarar savnast til fundin.

Skrá fyri fundin:
⦁ Borgarstjórin bjóðar vælkomin
⦁ SEV greiðir frá um ætlanirnar og gongdina í málinum
⦁ Møguleiki at seta SEV spurningar

Eiði, tann 8. mars 2021

EIÐIS BYGDARÁÐ

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder