JN

Bokashi - frá mat til mold

...

2020-08-31 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Saman við IRF, fer Vága Kommuna undir eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum. Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger. Í fyrsta umfari eru 200 stykkir sett av fyri at meta um hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er.


Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).

Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani er tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:

  1. Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
  2. Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.

Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.

Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.

Meira kunning? Tit kunnu lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk. Tit kunnu eisini innlima tykkum í føroyska Facebook-bólkin ???Bokashi sankutøð í Føroyum???.

Bokashi 1.0

Vága kommuna og IRF bera kostnaðin av Bokashi 1.0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder